Frágreiðing um varandi orku handað í næstum

Frágreiðing um varandi orku handað í næstum
Hósdagin fær Sirið Stenberg handað eina nýggja frágreiðing við fleiri modellum fyri, hvussu Føroyar kunnu náa málinum um varandi orku í 2020.
 
22.08.2018 - 10:50

Hósdagin fær landsstýriskvinnan við umhvørvismálum handað eina nýggja frágreiðing við fleiri ymiskum modellum fyri, hvussu Føroyar kunnu náa málinum um varandi orku í 2020. Tað er umhvørvisstovan, SEV og áhugafelagsskapurin hjá donsku orkufeløgunum, sum hava gjørt frágreiðingina. 

Við einum miðal ári til vind og avfall sum grundstøði fyri útrokningunum, metir arbeiðsbólkurin, at útbyggingar í vatngoymslur, pumpuskipanir og turbinir fara at kosta gott 400 milliónir um árið frá 2016, vaksandi til 650-700 milliónir um árið í 2030. Her er íroknað nýggjar íløgur í bæði framleiðsluútgerð, goymsluútgerð og transmissiónsnet umframt rakstur og avskrivingar av verandi framleiðsluútgerð og transmissiónsneti.

Úrslitini vísa eisini, at orkuprísurin frá 2016 fram ímóti 2020 hækkar eitt sindur, men longu í 2024 lækkar orkuprísurin aftur niður um orkuprísin í 2016, og prísurin heldur fram at lækka spakuliga fram ímóti 2030.

Frágreiðingin er ein partur av strembanini at røkka eini 100 prosent fossilfríari orkuskipan í 2030, sum varð skrivað í samgonguskjalið frá 2015, har landsstýrið setti nøkur mál fyri føroyskan orkupolitikk.

Sambært samgonguskjalinum skulu íløgur gerast í grøna orku, so Føroyar kunnu gerast sjálvveitandi við varandi elorku í 2030. Samstundis skal upphitingin av húsum og bygningum leggjast um, so at í minsta lagi helvtin av hesum verða hitað við grønari orku í 2025. 

Nú er so ein realistisk kostnaðarmeting av ætlanini. Tað er samstundis greitt, at meira ella minni øll íløgujáttan hjá landinum skal brúkast, um hetta politiska mál skal røkkast - um ikki verður hugt eftir alternativum fíggingarleistum. 

Frágreiðingin verður handað landsstýriskvinnuni hósdagin klokkan 11 í Østrøm í Havn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514