Amerikanski senatorurin John McCain er deyður

Amerikanski senatorurin John McCain er deyður
John McCain stillaði upp ímóti Barak Obama í 2008, men tapti forsetavalið.
 
26.08.2018 - 09:49

Amerikanski senatorurin, John Mc Cain, er deyður, 81 ára gamal.

John McCain stillaði upp til forsetavalið í 2000 og í 2008, tá Barack Obama vann. John McCain var valdur í Senatið fyri Arizona seks ferðir.

Krígsfangi - og hetja

Frammanundan var John McCain flogskipari í amerikanska flogvápninum - og krígshetja. Hann var skotin niður undir krígnum í Vietnam, har hann sat fangi í meira enn fimm ár. Hann varð píndur, og ringa viðferðin í norðurvietnamesiska fongslinum merkti hann restina av lívinum.

John McCain var republikanari, men fanst hvassliga at Donaldi Trump og politikki hansara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203606
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507