Óvanlig melduródn í Íslandi

Óvanlig melduródn í Íslandi
Melduródnir løgdu meir ella minni ein bóndagarð á suðurlandinum í oyði fríggjadagin.
Ein bóndagarður á suðurlandinum í Íslandi varð oyðilagdur í melduródnini.
Mynd: Morgunblaðið  
 
28.08.2018 - 11:13

Eingin mansskaði hendi, tá melduródnir meir ella minni løgdu ein bóndagarð á suðurlandinum í Íslandi í oyði fríggjadagin, men Sæunn Káradóttir, bóndi, sigur við Morgunblaðið, at alt var oyðilagt, tá tey komu til hús.

- Tað er ógjørligt at lýsa støðuna, sigur hon. Takplátur vórðu blástar fleiri hundrað metrar burtur, og sjey bygningar hava fingið stóran skaða. Hjá grannanum var eingin vindur, men grannin sigur við Morgunblaðið, at hon sá tríggjar melduródnir í luftini, og tvær teirra raktu við jørð.

- Hetta er slíkt, sum vit síggja og hoyra um í USA og aðrastaðni í heiminum, sigur Einar Sveinbjørnsson, veðurmaður við Morgunblaðið.

- Higartil hava vit ikki sæð slíkt fyrr, og eg veit ikki um, at nakar skaði hevur verið av melduródn her í Íslandi fyrr enn nú, sigur veðurmaðurin við Morgunblaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542