Landsstýrið til Viðareiðis

Landsstýrið til Viðareiðis
Løgmaður og landsstýrisfólkini fara at hava arbeiðsdagar á Hotel Norð næstu dagarnar, nú fíggjarlógararbeiðið er byrjað.
 
30.08.2018 - 08:15

Landsstýrið fer í dag til Viðareiðis at gera politisku raðfestingar fyri seinasta árið í hesum valskeiðnum.

Løgmaður og landsstýrisfólkini fara at hava arbeiðsdagar á Hotel Norð í dag, í morgin og fyrrapartin leygardagin, nú fíggjarlógararbeiðið er byrjað.

Uppskotið um fíggjarlóg fyri næsta ár skal leggjast fyri tingið í seinasta lagi um ein mánað.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur boðað frá, at hon vil hava almennu íløgurnar endurskoðaðar, við tí í hyggju at útseta onkrar av teimum. 

Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, tekur undir við landsstýriskvinnuni, og grundin er, at Bakkafrost hevur boðað frá, at felagið fer at gera íløgur fyri tríggjar milliardir næstu fimm árini. 

Ætlanin var at hava tingfund í dag, men hann er útsettur til mánadagin 10. september, tí landsstýrið hevur fund á Viðareiði. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609