Nýggj gransking: Fótbóltur er heilivágur

Nýggj gransking: Fótbóltur er heilivágur
Føroyingar eiga stóran lut í altjóða gransking um ítrótt sum heilivág.
 
30.08.2018 - 08:33

Í farnu viku kom tíðarritið Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports út við greinarøð um evnið, og stórur partur av granskingini er gjørdur í Føroyum, sigurs Granskingarráðið.

Hesar greinir eru allar partar av ph.d.-verkætlanini hjá May-Britt Skoradal.

‘Football is Medicine’ eitur partur av granskingini, og í januar í ár varð fyrsta altjóða ráðstevnan um evnið hildin í Portugal. 

Har var Fróðskaparsetrið umboðað bæði við høvuðsrøðara og við styttri framløgum. Næsta ráðstevnan verður í Odense í januar 2019. Arbeitt verður fyri at fáa ráðstevnuna til Føroyar á vári 2020.

Fyri tveimum mánaðum síðani kunngjørdi danska heilsustýrið drúgva frágreiðing, har staðfest verður, at vísindalig vissa er fingin fyri, at 28 av 31 sjúkum eiga at verða viðgjørdar við kropsligari venjing. 

Tað hava granskarar á økinum eisini gjørt vart við í áratíggju.

Nú verða vegleiðingar gjørdar at viðgera eitt nú diabetes, hjarta- og æðrasjúkur, beinbroyskni, krabba og angist við slíkari venjing.

Í USA er ætlanin at brúka ‘Exercise as Medicine’-hugtakið í øllum heilsuútbúgvingum.

Føroysku granskararnir eru vísir í, at hetta eisini verður ein partur av framtíðini hjá okkara heilsuverki. 

Teir fegnast um, at vit eru vísindaliga og verkliga væl fyri á hesum økinum, skrivar Granskingarráðið.

Granskararnir, sum eiga lut í greinunum, eru May-Britt Skoradal, Poula Patursson, Hildigunn Steinhólm, Maria Hammer Olsen, Pál Weihe, Jann Mortensen, Elisabeth Purkhús og Magni Mohr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961