Kioskin hjá Náttarravnunum takast niður

Kioskin hjá Náttarravnunum takast niður
Tórshavnar býráð einmælt í gjárkvøldið at taka kioskina niður og játtaði samstundis 30.000 krónur til niðurtøkuna.
 
31.08.2018 - 08:05

Kioskin Náttarravnar við Steinatún í Havn skal takast niður.

Tað samtykti Tórshavnar býráð einmælt í gjárkvøldið og játtaði samstundis 30.000 krónur til niðurtøkuna.

Tann, sum nú leigar Náttarravnar, vil gevast, men annar leigari vil taka við. Og onnur hava eisini sýnt áhuga. Náttarravnar selja lættan mat vikuskiftisnætur.

Umsitingin hjá kommununi sigur, at einki søguligt ella byggilistarligt virði er í kioskini. Tí mælir umsitingin til at taka kioskina Náttarravnar niður og leggja flísar, har hon stóð. 

Ætlanin er annars at leggja tekju á ein part av Steinatúni, og undir henni skulu vera bussskýli og kunningartænasta.

Verkætlanin Steinatún verður framd í trimum byggistigum.

Ætlanin er at taka virksemið hjá kioskini Náttarravnum við í heildarætlanina fyri Steinatún, tá farið verður undir at skipa triðja byggistigið í verkætlanini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025