Tilboð til børn við autismu í Tórshavnar kommunu

Tilboð til børn við autismu í Tórshavnar kommunu
Nøkur børn, sum ganga í Skúlanum á Trøðni í Havn, fáa nú tilboð um frítíðarskúla.
Eindin verður løgd undir Frítíðarskúlan í Kongagøtu.
 
31.08.2018 - 12:49

Tórshavnar kommuna hevur leigað høli, 90 fermetrar, frá landinum til frítiðarskúlan.

Leigan er 7.500 krónur um mánaðin. Hon svarar til 1.000 kr. fyri fermeturin um árið.

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu helt ikki, at kommunan hevði skyldu til at skipa frítíðarskúlatilboð til henda bólkin.

Málið varð tí lagt fyri Kommunufelagið at viðgera saman við landsstýrinum fyri at fáa greiðu á, hvat dagsstovnalógin sigur.

Úrslitið gjørdist, at kommununi er álagt at veita stovnspláss og námsfrøðilig tilboð til nøkur børn, sum hava serligan tørv. 

Talan er um børn við autismu. 

Talan er ikki um at skipa nýggjan stovn, men eindin verður løgd undir Frítíðarskúlan í Kongagøtu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360