Iran heldur treytirnar í kjarnorkuavtaluni

Iran heldur treytirnar í kjarnorkuavtaluni
Altjóða kjarnorkustovnurin sigur í frágreiðing, at hóast óvissa valdar um kjarnorkuavtaluna, so heldur Iran treytirnar í avtaluni.
 
31.08.2018 - 15:55

Hóast óvist er, hvussu verður við kjarnorkuavtaluni, sum USA og fleiri onnur lond gjørdu við Iran, heldur Iran treytirnar í avtaluni.

Tað sigur altjóða kjarnorkustovnurin, IAEA, í eini frágreiðing.

Hetta er onnur frágreiðingin frá IAEA um kjarnorkuna, síðani amerikanski forsetin, Donald Trump, tók USA burtur úr avtaluni.

Trump avgjørdi samstundis at seta tiltøkini móti Iran í gildi aftur.

Í frágreiðingini stendur, at Iran hevur hildið seg innan fyri markið at ríka uran, og hvar tað kann goymast.

Sagt verður, at IAEA hevur fingið atgongd til alt, sum umsjónarfólkini høvdu brúk fyri at síggja í Iran.

Men IAEA eftirlýsir kortini betri samstarvsvilja frá iransku myndugleikunum at fáa atgongd til kjarnorkuvirkini í landinum.

Kjarnorkuavtalan millum Iran og tey fimm stóru londini í ST-trygdarráðnum, USA, Russland, Kina, Bretland og Frakland, og Týskland og ES var gjørd í Wien í 2015. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040