Dreingir eiga eisini at fáa ókeypis koppseting

01.09.2018 - 14:14
Innlendis
Dreingir eiga eisini at fáa ókeypis koppseting
Katrin Kallberg, serlækni í kvinnusjúkum og tingkvinna, heldur, at vit eiga at gera tað sama sum í Danmark. Dreingir eiga eisini at verða koppsettir
Katrin Kallsberg

Nú danska stjórnin ætlar at bjóða dreingum ókeypis koppseting ímóti HPV-vaksinu, eiga føroysku heilsumyndugleikarnir at gera tað sama.


Tað heldur Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum og tingkvinna fyri Tjóðveldi. Í Føroyum fáa gentur yvir 12 ár í boði ókeypis koppseting, men onki tilboð er til dreingir og menn.


Í Danmark fáa allar gentur millum 12 og 18 ár ókeypis koppseting ímóti HPV-virus, tí vaksinan er partur av barnakoppsetingini.


Og 1. februar var royndarverkætlan sett í verk, har ungir samkyndir og tvíkyndir menn millum 15 og 19 ár kunnu fáa ókeypis hpv-vaksinu.


Men nú hevur danska stjórnin lagt uppskot fram um, at allir dreingir, ið eru fyltir 12 ár, eisini skulu fáa boðið ókeypis HPV-vaksinu.


Mett verður, at koppsetingin kann verja ímóti krabbameini í endatarminum og væntandi eisini í munninum og hálsinum. Og ein orsøk til at stjórnin vil bjóða dreingjum koppsetingina er eisini, at talið av gentum, ið hava latið seg koppseta, er minni enn væntað. Tó hækkar talið aftur, sigur Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418