Skuldseta tveir russarar fyri eiturálop

Skuldseta tveir russarar fyri eiturálop
Scotland Yard og CPS hava skuldsett tveir russarar fyri eiturálop á fyrrverandi russiska njósnaran og dóttir hansara fyrr í ár.
Fyrrverandi russiski njósnarin Sergej Skripal og dóttir hansara Julia vórðu eitrað við nervaeitrinum Novichok fyrr í ár. Bæði yvirlivdu.
 
06.09.2018 - 11:01

Scotland Yard og CPS segði mikudagin, at tað eru nóg nógv prógv móti tveimum russiskum monnum til at skuldseta teir fyri at hava samband við málið, tá ein fyrrverðandi russiskur njósnari og dóttir hansara vórðu eitrað við Novichok í mars í ár.

Løgreglan hevur tó ikki handtikið menninar, ið eru í 40unum. Menninir eru eftirlýstir, og boð eru send út um at handtaka mennirnar, um teir koma inn í ES.

Theresa May, forsætisráðharri, segði í gjár, at bretska stjórnin metir, at prógv eru fyri, at menninir eru partur av GRU fregnartænastuni, sigur BBC.

Vilja hava fund í trygdarráðnum

Bretar hava biðið um fund í ST-trygdarráðnum í dag, har ætlanin er at kunna limirnar, teirra millum Russland, um gongdina í málinum um neraveiturálopið á fyrrverandi russiska njósnaran, Sergej Skripal, og dóttur hansara, Juliu.

Tey bæði lógu leingi á sjúkrahúsi, áðrenn tey vórðu útskrivað.

Seinni doyði ein kvinna. Eftir øllum at døma, tí hon eisini varð eitrað við evninum Novichok.

Teir báðir russararnir, sum eru skuldsettir fyri eiturálopið á Sergej Skripal og dóttir hansara, eru eisini skuldsettir fyri at hava roynt at drepa ein bretskan løgreglumann, sum gjørdist sjúkur, tá hann kannaði íbúðina, sum russararnir búðu í.

Verða neyvan útflýggjaðir

Eru báðir russararnir í Russlandi, er ósannlíkt, at teir verða útflýggjaðir, tí Russland útflýggjar ikki egnar ríkisborgarar.

Russland vísir framvegis øllum skuldsetingum aftur.

Ein talskvinna fyri russiska uttanríkisráðið sigur, at tey hava ongantíð hoyrt eftirlýstu russararnar nevndar, og at Bretland er komin við villleiðandi upplýsingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439