- Føroyar verða ongantíð eitt súkkluland, men...

07.09.2018 - 11:57
Lívsstílur
- Føroyar verða ongantíð eitt súkkluland, men...
Napoleon Smith er við í Hjólvelting, sum skal fáa føroyingar at súkkla meira í gerandisdegnum.

Napoleon Smith hevur ein veikleika fyri gomlum súkklum.
- Mær dámar væl at finna onkra gamla súkklu og so seta hana í stand, sigur hann.
Napoleon Smith stendur tí ofta spyrjandi á Sandvíkahjalla, tá hann sær, hvussu nógvar súkklur verða burturbeindar - bert tí at eitt hjól er punkterað.
Napoleon Smith er millum tey fáu í Havnini, sum javnan súkkla. Og hann ynskir at síggja fleiri súkklur í ferðsluni.
Tí skipar hann og Føroya Nátturu- og Umhvørvisfelag fyri tiltakinum Hjólvelting í dag, fríggjadagin.
Seinnapartin samlast tey við Glasir, og so er ætlanin at súkkla saman oman í býin.
Tiltakið er partur av altjóða rørslu, sum vil eggja fólki at súkkla meira í gerandisdegnum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216