Trump leitar framvegis eftir ókenda skrivaranum

Trump leitar framvegis eftir ókenda skrivaranum
Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil framvegis hava at vita hvør tað er, sum skrivaði tíðargreinina í New York Times mikudagin
Kellyanne Conway, sum var ein av høvuðsráðgevunum hjá Donald Trump til forsetavalið
Mynd: Atlantic City Press  
 
09.09.2018 - 12:57

Trump heldur, at ókendi skrivarin starvast innan amerikanska trygdargeiran, sigur ein av høvuðsráðgevunum hjá amerikanska forsetanum, og hon eitur Kellyanne Conway.

Í samrøðu við tíðindastøðina CNN, sigur Kellyanne Conway, at hon er av somu áskoðan sum forsetin, at ókendi greinaskrivarin ikki starvast í Hvítu Húsunum og at viðkomandi eigur alt fyri eitt at siga hvør hann er, og siga seg úr starvi.

Men CNN vísir eisini á ein lista, sum er komin frá fyrisitingini hjá forsetanum, at talið av fólki sum eru undir illgruna at hava skrivað tíðargreinina, er stytt munandi og Kellyanne Conway sigur, at hon ikki er áhuga í, at sakin framvegis verður kannað. Tó. sigur hon, at hon veruliga vónar, at rætti persónurin verður funnin.

-eg rokni við at viðkomandi avdúkar seg sjálvan, tí í tílíkum førum hava fólk hug at breggja sær fyri teimum skeivu fólkunum, sigur ráðgevin hjá amerikanska forsetanum, Kellyanne Conway, at enda við tíðindastovuna CNN.  Kellyanne Conway var hon, sum hevði ein tann størsta leiklutin í valstrínum til amerikanska forsetavalið hjá Donald Trump.

Ein teirra, sum amerikansku miðlarnir leggja undir at hava skriva tíðargreinina, er varaforsetin Mike Pence, men hesi avvísur staðiliga øllum ákærunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815