Meirilutin vil leiga bygningin við Sílá

Meirilutin vil leiga bygningin við Sílá
Á býráðsfundi í gjár samtykti meirilutin í Tvøroyrar býráði, at umsitingin tekur upp samband við eigararnar av bygninginum um at leiga við Sílá.
 
11.09.2018 - 12:39

Borgarstjórin á Tvøroyri fer at venda sær til kommunala eftirlitið um málið við sambýlinum við Sílá.

Tað sæst í gerðabókini frá býráðsfundinum í gjár.

Á býráðsfundinum í gjár samtykti meirilutin í býráðnum, tað er Javnaðarflokkurin, at umsitingin tekur upp samband við eigararnar av bygninginum um at leiga bygningin við Sílá. 

Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum mælti til, at umsitingin í Tvøroyar Kommunu tekur upp samband við eigarnar av bygninginum við Sílá fyri at gera ein leigusáttmála um so er, at formaðurin í Bú- og heimatænastuni ikki finnur eina loysn.

Borgarstjórin, Kristin Michelsen, sum ikki er partur av Javnaðarflokkinum í býráðnum, mælti hinvegin til, at Bú- og heimatænastan, sum umsitur eldraøkið, skal arbeiða víðari við málinum. Borgarstjórin metir tað verða brot á lógina um eldraøkið, at ein kommuna leigar ella keypir bygningar uttan um Bú- og heimatænastuna, sæst í gerðabókini.

Men tá býráðið atkvøddi um málið, vóru fýra atkvøður fyri uppskotinum hjá Bjarna Hammer um, at umsitingin skal tosa við eigararnar um at leiga bygningin, meðan tríggjar atkvøður vóru ímóti. 

Kristin Michelsen, borgarstjóri, viðmerkti á fundinum, at hann fer at spyrja Kommunala eftirlitið, um heimild er at gjøgnumføra samtyktina hjá meirlutanum.

Kristin Michelsen vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið.

Sambýlið við Sílá fór illa í illveðrinum í 2011. Kommunan á Tvøroyri vildi ikki sjálv umvæla bygningin, men seldi hann. Nýggju eigararnir bygdu síðani bygningin upp aftur, millum annað so hann er egnaður til eldrasambýli.

Tá eldraøkið var lagt til kommunurnar 1. januar 2015 setti Bú- og Heimatænastan í Suðuroynni sær fyri at keypa øll ellisheim og sambýli í oynni fyri meira enn 54 milliónir krónur.

Eisini sambýlið við Sílá fyri um 11 milliónir krónur. Men síðani hendi ikki meira, og nú stendur bygningurin við Sílá til sølu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533