Melduródn ger um seg í Filipsoyggjum

Melduródn ger um seg í Filipsoyggjum
Melduródnin Mangkhut, hevur í nátt herjað í norðaraparti av Filipsoyggjum við vindferð upp í 55 m/s og við glopra-regni
Henda myndir er tikin fyri 7 tímum síðani í Tuguegarao í Cagayan
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
15.09.2018 - 12:35

AP-tíðindastovan skrivar, at melduródnin er linkað nakað, eftir at hon er komin inn yvir land. 

Mangkhut kom inn yvir landspartin Cagayan í gjárkvøldið okkara tíð. 

Stórur skaði

Tilbúgvingarmyndugleikin á staðnum hevur enn ikki yvirlit yvir skaðarnar, men fráboðanir eru um stórar skaðar, skrivar Reuters-tíðindastovan.

- Nærum allir bygningar hava fingið skaða, og tekjur eru farnar við vindinum, sigur Rogelio Sending, sum er embætismaður fyri stjórnina í landspartahøvuðsstaðnum, Tuguegarao. - Eingin hevur streym, og samskiftisnetverkini rigga heldur ikki, sigur Rogelio Sending.

Túsundtals fólk eru flutt burtur frá bygdum, sum eru framvið strondini, av ótta fyri stormflóð, sum kann gerast fleiri metrar høg,  - svarandi til fjórðu hædd í einum húsum, verður sagt.

Fleiri um árið

Einar 20 melduródnir raka í miðal Filipsoyggjar um árið. Ringasta seinastu árini var Haiyan-melduródnin í 2013, sum gjørdi um seg í mið-Filipsoyggjum. Tá doyðu meira enn 7.350 fólk. 

Hesaferð hevur oyggjalandið fyrireikað seg betri, upplýsa myndugleikarnir fyri Reuters. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360