Nýggjur eykabátur skal byggjast

Nýggjur eykabátur skal byggjast
Nýggi báturin hjá Strandfaraskipum landsins er nú rættiliga á veg.
 
21.09.2018 - 17:41

Á landsstýrisfundi í gjár varð samtykt at lata løgtinginum uppskot um lóg um at byggja eykabát til Strandfaraskip landsins.

Sambært lógaruppskotinum fær Strandferðslan loyvi til at gera sáttmála við skipasmiðju um bátin.

Kostnaðurin er 34 mió. kr. 
Saman við uppskotinum um verklagslóg hevur landsstýrið gjørt uppskot um eykajáttanarlóg, sum 16 mió. kr.

Tað er fyrsta gjaldið fyri bátin.

Tríkilja

Báturin er ein tríkilja úr herdum glasfipuri. 

Hann tekur 120 ferðafólk og tríggjar persónbilar ella ein tungan bil, farm og olju. 

Um veturin tekur báturin 97 fólk. 

Báturin siglir við hybridorku, tað er við gassolju og battaríi. Siglast kann í tveir tímar við battaríi.

Nýggi báturin fer at kunna røkja allar farleiðirnar hjá Strandferðsluni uttan Suðuroyarleiðina. 

Neyðstøða

Í neyðstøðu kann báturin tó sigla millum Suðuroynna og Sandoynna ella Vágar. 

Báturin skal sigla 20 míl við ferðafólki, og hann kann flyta 100 fólk millum Hvalba og Sand upp á 20 minuttir. 

Til Miðvágs er siglingartíðin ein tími úr Hvalba.

Flotin hjá Strandfaraskipum landsins er altíð ein bát ov lítil.

Báturin, sum nú skal byggjast, fer at loysa størstu avbjóðingarnar hjá Strandfaraskipum landsins, siga Samferðslumálaráðið og Strandferðslan

Byggjast í Noregi

Arbeiðið at byggja bátin er boðið út. 

Valið fall á norsku skipasmiðjuna GS Marine Produksjon, sum síðani 1993 hevur ment og bygt skjóttgangandi bátar. 

Frá tí farið verður undir at byggja bátin til hann er siglingarklárur í Føroyum ganga 10-12 mánaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084