Løgmaður: Henrik skal fylgja samgongumeirilutanum

01.10.2018 - 18:11
Innlendis›Politikkur
Løgmaður: Henrik skal fylgja samgongumeirilutanum
Legði Henrik Old ikki frá sær sjálvur, so hevði Aksel V. Johannesen helst tikið málsøkið frá honum

-Landsstýrismaðurin skal fylgja tí meiriluta, sum er í samgonguni. Og tá samgongumeirilutin vil hava tunnilsliðið hjá Henriki Old at seta borin í Dalstunnilin fyrst - so skal Henrik Old gera tað.
 
Tað sigur Aksel V. Johannesen, nú Henrik Old í dag legði frá sær - sambært fyrrverandi landsstýrismanninum tí onnur enn hann skulu gera av, hvat hendir á málsøkinum hjá sær.
 
Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, segði við in.fo leygardagin, at lógaruppskot um at gera Fámjins-tunnilin beinanvegin verður borið í tingið fyrsta dagin.
 
Hóast meirilutin av samgonguni ynskir at gera Dalstunnilin áðrenn Fámjinstunnilin, so er samgongan ikki samd um tað, váttar Aksel V. Johannesen.
 
Tá ásannar løgmaður, at andstøðuuppskotið um Fámjinstunnilin kann gera enda á samgonguni, um samgongulimir fara at atkvøða fyri tí.
 
Samstundis sum Henrik Old í dag leggur frá sær, tí hann ikki fær loyvi at bora Fámjinstunnilin fyrst, so sigur løgmaður í tíðindaskrivi seinnapartin, at samgongan er sinnað at kanna møguleikan fyri at hækka játtanina soleiðis, at tunnilin til Dals kann borast skjótt, og harvið verður skjótari at koma til Fámjinstunnilin:
 
Samgongan hevur annars júst lagt fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2019, og har eru sjey milliónir krónur játtaðar til tunnilstoymið næsta ár.
 
Sambært løgmanni verður nýggjur landsstýrismaður í samferðslumálum settur "innan nakrar vikur". Til ta tíð umsitur løgmaður sjálvur málsøkið.
 
Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini.
 
 

 

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846