Útlendingar í Føroyum noyðast ikki at læra danskt

Útlendingar í Føroyum noyðast ikki at læra danskt
Útlendingum, sum búgva í Føroyum, nýtist ikki at duga danskt fyri at fáa danskan ríkisborgaraskap.
 
05.10.2018 - 11:13

Í Danmark krevst ein roynd í donskum og skjalprógvaður kunnleiki um donsk viðurskifti fyri at fáa ríkisborgaraskap.

Í Føroyum ger politiið eina meting, um umsøkjari um ríkisborgaraskap kann vera við í einari samtalu á donskum ella á føroyskum uttan nakað.

Og royndin frá 2015 um kunnleika um donsk samfelagsviðurskifti, danska mentan og danska søgu skal ikki takast í Føroyum. 

Vanliga reglan er, at fólk skulu hava búð óslitið í danska ríkinum í níggju ár fyri at fáa ríkisborgaraskap.

Men kravið kann lækka niður í seks ár, um umsøkjarin úr Føroyum er giftur donskum ríkisborgara.  

Inger Støjberg, ráðharri, hevur svarað Føroyanevndini hjá fólkatinginum um útlendingar í Føroyum.

Hon sigur eisini, at treytirnar um at fáa óavmarkað uppihaldsloyvi eru lagaligari í Føroyum enn í Danmark.

Av tí at útlendingalógin er lítið broytt í Føroyum, síðani hon kom í 2001, eru heilt aðrar reglur galdandi í Føroyum enn í Danmark um uppihaldsloyvi, bæði um fyrbils loyvi og endaligt loyvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533