Umvæla prestagarðin á Viðareiði

Umvæla prestagarðin á Viðareiði
Viðareiðisprestur er fluttur í kjallaran í missiónshúsinum, meðan prestagarðurin verður umvældur.
Sambært fólkakirkjuni er prestagarðurin í Ónagerði frá 1854.
Mynd: Savnsmynd  
 
07.10.2018 - 10:30

Seinastu níggju árini eru fimm av teimum 20 prestagørðunum í Føroyum høvuðsumvældir.

Teir eru prestagarðurin á Todnesi á Sandi, prestagarðurin á Brekku í Klaksvík, Biskupsgarður í Havn, prestagarðurin á Eiði og so tann í Kvívík.

Sætti prestagarðurin, ið verður høvuðsumvældur, er tann í Ónagerði á Viðareiði.

Arbeiðið byrjaði fyrr í ár. Tað verður væntandi liðugt seint í 2019.

Føroya Stiftsstjórn og landskassin gjalda umvælingarnar í felag.

Meðan arbeitt verður í Ónagerði, býr sóknarpresturin, Jóannes Purkhús, í neðra í missiónshúsinum í bygdini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691

Meira um sama evni