Nordea undir illgruna fyri at hvítta pening

Nordea undir illgruna fyri at hvítta pening
Illgruni er um, at peningastovnurin Nordea, eisini er vavdur inn í mál um peningahvíttan.
 
17.10.2018 - 09:37

Svenska bakmanspolitiið hevur fingið skjøl, sum geva ábendingar um hvíttan av pengum í Nordea.

Tað váttar svenska bakmanspolitiið fyri TT-tíðindastovuni.

Tað er íløgufelagið, Hermitage Capital, við vinnulívsmanninum William Bowder á odda, sum hevur sent fráboðanina til svensku myndugleikarnar. Tað vóru júst Hermitage Capital og Bowder, sum í síni tíð meldaðu Danske Bank til danska bakmanspolitiið fyri peningahvíttan.

Svenska bakmanspolitiið fekk skjølini í síðstu viku. Enn er tó ongin formlig kanning sett í verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985