Edvard og LP'irnar

19.10.2018 - 18:43
List›Tónleikur
Edvard og LP'irnar
Vikuskiftissendingin vitjar Edvard Nyholm Debess
Edvard við stereoanleggið. Plátan, hann vísir á myndini, er "Selling England by the Pound" hjá Genesis
Mynd: Leivur Thomsen  

Fyri nøkrum árum síðani hevði Edvard Nyholm Debess sendingina "LP'in" í útvarpinum. Vikuskiftissendingin hevur verið á gátt hjá honum fyri at fregnast um, hvussu hann nú hevur tað við plátum heima hjá sær sjálvum -  og væl stendur til. Edvard hevur eitt stórt stereoanlegg, sum hann glaður og errin vísir fram. Hetta hevur hann savnað saman gjøgnum alt lívið. Spurdur um, hvat stereoanleggið man hava kostað honum í krónum og oyrum, svarar hann, at tað vil hann ikki inn á, men hann leggur afturat, at hann "ikki hevur hevur rasarabát" - so kunnu vit gita. Edvard er sera fegin um at hava hetta sum ítriv og lurtar nógv eftir plátum, ikki bara einsamallur men eisini saman við konuni. Nú er Edvard sjálvur tónleikari og er kendur serliga frá jazzi og klassiskum tónleiki, men hansara plátusavn rúmar nógvum øðrum tónleikasjangrum, t.d. alt frá Faroe Boys til enskan progressivan rock sum Emerson Lake and Palmer og Genesis. Tó at Edvard er glaður fyri LP'ina sum miðil, hevur hann ikki enn sjálvur givið nakra LP út sum tónleikari

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011