NATO: Russland heldur ikki kjarnorkuavtaluna

NATO: Russland heldur ikki kjarnorkuavtaluna
Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO, sigur nú, at kjarnorkuvápnaavtalan frá 80'unum kann ikki rigga, um Russland heldur fram at bróta hana
 
24.10.2018 - 11:24

- USA heldur fult út kjarnorkuvápnaavtaluna frá 80´unum, men avtalan riggar ikki, um Russland heldur fram at bróta hana.

Tað sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO í dag.

Stoltenberg varð á tíðindafundi spurdur, hvat hann helt um avgerðina hjá USA at taka seg úr kjarnorkuvápnaavtaluni.

- Øll tey sameindu londini eru samd um, at USA í øllum lutum heldur avtaluna...trupulleikin er atburðurin hjá Russlandi, sigur Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, sambært Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037