Putin hóttir USA

Putin hóttir USA
Putin sigur, at amerikanski forsetin setur Evropa í vanda fyri at enda í einum kjarnorkuandgletti, tekur hann USA úr kjarnorkuavtaluni.
 
25.10.2018 - 12:19

Amerikanski forsetin, Donald Trump, setur Evropa í vanda fyri at enda í einum kjarnorkuandgletti, tekur hann USA úr kjarnorkuavtaluni, INF.

Tað segði russiski forsetin, Vladimir Putin, fyri tíðindafólkum í sambandi við ein fund við italska forsætisráðharran, Guiseppe Conte, í gjár.

USA og Sovjetsamveldið, sum var, avtalaðu í 1987 at beina fyri og at gevast at menna fleiri miðalrakettir.

Men í síðstu viku segði Donald Trump, at hann fer at taka USA úr avtaluni.

- Tekur USA seg burtur úr avtaluni, er stóri spurningurin, hvat amerikanarar fara at gera við nýggju rakettirnar. Verða tær settar upp í Evropa, verða vit noydd til at svara aftur, segði Vladir Putin sambært AP-tíðindastovuni.

- Evropeisku londini, sum taka undir við hesum, eiga at skilja, at tey seta seg sjálvi í vanda fyri einum hevndarálopi, segði russiski forsetin.

USA hevur í fleiri ár víst á, at Rusland seinastu tíggju árini hevur ment eina nýggja miðalrakett, sum sambært Nato eitur SSC-8. 

Tað er beinleiðis atvoldin til, at Trump vil taka USA úr INF-sáttmálanum. 

Tá sáttmálin varð settur í gildi, vórðu 1850 sovjettiskar og 850 amerikanskar miðalrakettir fyribeindar.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968