Landsstýrið roynir at semjast

bannari
Landsstýrið roynir at semjast
Landsstýrið arbeiðir í løtuni við at finna eina semju, sum allir partar kunnu liva við, eftir Framsókn legði fram uppskot um at útseta fiskidagarnar
 
26.10.2018 - 12:52

Landsstýrið arbeiðir í løtuni við at finna eina semju, sum allir partar kunnu liva við, eftir at Framsókn mikudagin legði uppskot fyri tingið um at útseta part av fiskivinnunýskipanini í eitt ár.

Tað er tað einasta, sum Ruth Vang, tingkvinna úr Framsókn, vil siga í dag, eftir at Aksel V Johannesen, løgmaður, í gjár segði, at Framsókn skal taka uppskotið um at fiskidagaskipanin skal halda fram eftir 1. januar aftur, tí annars er eingin samgonga.

Ikki á einum máli um kvotuskipanina

Tað er eingin loyna, at tað eru nógvar ymiskar áskoðanir á nýggju skipanina við kvotum, sum skal koma fyri fiskidagaskipanina 1. januar í 2019 í sambandi við fiskivinnunýskipanina.

Summi vilja hava eina kvotaskipan fyri alt økið, onnur vilja halda fast í fiskidøgunum. 

Framsókn, sum kanska er serliga skeptiskt móvegis kvotum, hevur frá byrjan sett krav um at fáa eina nágreiniliga frágreiðing av fyrimunum og vansum við báðum skipanum, áðrenn kvotaskipanin tekur yvir fiskidagarnar tann 1 januar 2019.

Samgongan í tvíningum

Tann 10. oktober segði Hanna Jensen við útvarpið, at Framsókn ikki helt, at málið var nógv væl lýst, og at flokkurin helst sær, at hildið verður fram við fiskidagaskipanini eftir 1. januar.

Høgni Hoydal vildi ikki viðmerkja júst hetta málið, men segði við útvarpið 12. oktober, at frágreiðingin er partur av einum størri arbeiði, og at hon er á veg.

Fyrradagin var tolið i Framsókn eftir øllum at døma uppi.

Løgdu fram óvæntað uppskot

Tær báðar Hanna Jensen og Ruth Vang úr Framsókn løgdu uppskot fram um, at fiskidagaskipanin heldur fram eftir 1. januar 2019 - hetta er - siga tær báðar, fyri at binda um heilan fingur, í fall, at landsstýrismaðurin ikki kemur við eini frágreiðing.

Við uppskotinum forðar Framsókn fyri, at kvotaskipanin tekur yvir 1. januar, hóast landsstýrismaðurin ikki hevur latið umsitingarætlanina úr hondum.

Hvørki Høgni Hoydal, landsstýrismaður ella Aksel V Johannesen, løgmaður vilja viðmerkja málið í dag

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. august
Morgunlestur týsdagur 19. august 2025
195626
Mánadag 18. august
Poppverturin
194202
Mánadag 18. august
Alt við tað sama, í botninum
195696
Mánadag 18. august
Morgunlestur mánadagur 18. august 2025
195624
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. august
3-2 (18. august 2025)
195726
Mánadag 18. august
Veðrið
195712
Fríggjadag 15. august
$elfie
195650
Fríggjadag 15. august
Veðrið
195642
Mikudag 13. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195526