Sløkkiliðið kostar ov nógv men fær eykatáttan

Sløkkiliðið kostar ov nógv men fær eykatáttan
Sløkkiliðið í Fuglafirði er av dýrt at reka, heldur býráðið, sum samanber við aðrar kommunur
Sløkkiliðið í Fuglafirði kostar ov nógv, heldur býráðið.
 
31.10.2018 - 10:29

Sløkkiliðið í Fuglafirði kostar nógv meira enn sløkkiliðini í kommunum, sum Fuglafjørður kann samanbera seg við.

Hetta stendur í gerðarbókini hjá býráðnum, sum viðger eina umsókn frá sløkkiliðinum um eykajáttan í 2018.

Sløkkiliðið biður um 300.000 kr. afturat til raksturin í ár.

Í fjør brúkti sløkkiliðið 554.000 kr. meira til raksturin enn býráðið upprunaliga játtaði.

Fyrisitingin spurdi kommunur, sum Fuglafjørður kann samanbera seg við, hvussu nógv, tær brúka til sløkkilið.

Kostar ov nógv

Úrslitið er, at Fuglafjørður brúkar væl meira til sløkkiliðið enn hinar kommunurnar, stendur í gerðarbókini frá býráðsfundium í síðstu viku.

Fíggjarnevndin mælti tó til at lata eykajáttanina, tí pengarnir hjá sløkkiliðinum voru uppi, tá farið varð inn í fjórða ársfjórðing, og tað er lógarkrav, at kommuna hevur neyðuga tilbúgving alt samdøgrið alt árið.

Seinna og endaliga viðgerðin verður á býráðfundinum 29.november.

Eykajáttanin verður tikin av gjaldførinum hjá kommununi.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576