Viðgerð fyri afturlætnum hurðum

03.11.2018 - 10:27
Innlendis›Samfelag
Viðgerð fyri afturlætnum hurðum
Borgarar í Klaksvík og onnur áhugað sleppa ikki at síggja sáttmálan millum kommununa og Bakkafrost um landstøðina fyrr enn hann er undirskrivaður.

Borgarar í Klaksvík og onnur áhugað sleppa ikki at síggja sáttmálan millum kommununa og Bakkafrost um landstøðina, sum skal vera á Vestaru Bryggju í Klaksvík, fyrr enn hann er undirskrivaður.
Býráðið samtykti sáttmálan á afturlatnum fundi mikukvøldið.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík sigur, at samráðingarnar við Bakkafrost eru ikki heilt lidnar enn. Tá tær eru lidnar, fær almenningurin innlit í sáttmálan.

Kringvarpið skilir, at eitt týðandi punkt, sum partarnir samráðast um, er hvussu nógv Bakkafrost skal gjalda fyri at ein partur av keiini verður stongdur av.

Klaksvíkar kommuna hevur takstir fyri, hvat tað kostar at leiga øki á keiini, men tá talan er um at hegna ein part av økinum av, eru serlig viðurskifti, sum gera seg galdandi.

Millum annað skal kommunan meta um, hvørt hon fer at missa inntøkur av at hesin parturin av keikantinum verður stongdur - og í so fall, hvussu nógv hon missur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025