Arkitektar kappast um svimjihøll í Runavík

Arkitektar kappast um svimjihøll í Runavík
Freistin at koma við uppskotum er til 6.februar næsta ár. Poltiiska viðgerðin er ikki liðug
Svimjihøllin skal byggjast við Løkin, har itrótturin er, Hetta er ítróttarhøllin.
 
04.11.2018 - 10:29

Arkitektakapping er nú um svimjihøllina, sum Runavíkar kommuna ætlar at byggja. 

Fyrireikandi arbeiðið er liðugt, og seinrapartin hósdagin varð alt viðkomandi tilfar sent til úrvaldar arkitektar í Føroyum og uttanlands, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

Evsta mark hjá arkitektunum at lata uppskotini til Runavíkar kommunu er 6.februar 2019. 

Eftir tað fer ein dómsnevnd, har umboð fyri kommununa, viðkomandi áhugabólkar og serfrøðingar í byggilist sita, at meta um innkomnu uppskotini. 

Tá dómsnevndin er liðug, fær málið politiska viðgerð í nevndum og býráði.

Liðug í 2022

Ætlandi verður spakin settur í eina ferð í 2020.

Verður tað gjørt, kann høllin verða liðug í 2022. 

Treytin er kortini politisk undirtøka, tí býráðið hevur ikki endaliga samtykt enn at byggja svimjihøll.

Kostnaðurin er mettur at verða 66 milliónir krónur uttan meirvirðirgjald, óvæntaðar útreiðslur, listarverk og leyst innbúgv.

Svimjihøllin verður partur av ítróttardeplinum í Runavík, og hon verður staðsett norðan fyri Bylgjuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674