LGBT vil hava virðiliga viðgerð

LGBT vil hava virðiliga viðgerð
Felagsskapurin LGBT heitir í dag á allar løgtingslimir, um at viðgera uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir um løgfrøðiligt kynsskifti virðiliga
 
06.11.2018 - 06:28

LBGT tekur undir við lógaruppskotinum um løgfrøðiligt kynsskifti. Og tey heita á Føroya løgting um at gera tað sama.

Hesum boðar felagsskapurin frá í skrivi sent miðlunum, nú lógaruppskot um at loyva løgfrøðiligum kynsskifti er til fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag.

Ynskja virðiliga viðgerð

Samstundis kemur felagsskapurin LGBT eisini við eini áheitan um at málið um løgfrøðiligt kynsskifti verður viðgjørt hóvliga og virðiliga.

- LGBT Føroyar heitir á allar tinglimir um at vísa hógv og virðing fyri teimum menniskjum, sum lógaruppskotið rakar og teirra avvarandi undir viðgerðini av málinum, sigur nevndin í LGBT.

Løgtingsfundur verður klokkan 11 og 1. viðgerð av uppskotinum um løgfrøðiligt kynsskifti er næsta punkt á skránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107