Miðskeiðisval í USA í dag

Miðskeiðisval í USA í dag
Í dag skulu amerikanarar á miðskeiðisval. Fáa demokratarnir meiriluta koppar valdsjavnvágin, og so verður truplari hjá Donald Trump at føra politikk
 
06.11.2018 - 10:36

Miðskeiðisval verður í USA í dag.

Fyrstu valhølini lata upp klokkan 12 í dag okkara tíð.  Tá skulu amerikanarar atkvøða um, hvør skal manna umboðsmannatingið og senatið, umframt at fleiri guvernørar skulu veljast og atkvøðast skal um ymsar lógarbroytingar.

Og tað eru serliga umboðsmannatingið og senatið, sum eyguni eru vend eftir. Tað eru tey bæði kømrini, amerikanska kongressin ella lóggávutingið er bygt á.

Republikararnir hava í dag meirlutan í báðum kømrunum. Hetta ger tað munandi lættari hjá Donaldi Trump, forseta, at føra politikk sín.

Í dag verður roknað við, at Demokratarnir fáa meirlutan í umboðsmannatinginum. Gera teir tað, koppar valdsjavnvágin og tað verður truplari hjá Donald Trump at føra politikk, sigur Regin Berg, stjórnmálafrøðingur.

Trump sjálvur veit betri enn nakar annar, at nógv stendur upp á spæl í dag. Hann er ikki sjálvur fyri valið, men, sigur hann, í prinsippinum stendur hansara navn á atkvøðuseðlinum í dag.

Trump segði á veljarafundi í gjár, at amerikanski búskapurin er so væl fyri sum næstan ongantíð fyrr, men hann sigur seg eisini bera banga fyri, at alt tað, hansara flokkur hevur avrikað, meðan tey hava sitið við valdið, kann fara fyri skeyti, um demokratarnir sleppa framat.

Fleiri eygleiðarar rokna við methøgari valluttøku í dag.

Fyrstu valhølini lata upp á middegi okkara tíð, og tey seinastu valhølini lata aftur ein tíma eftir midnátt okkara tíð, altso klokkan eitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Gunnar Thomsen um Psycho Train
201237
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Manuel Munoz um London Sessions
201235
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Andreas Forslund um Casino
201233
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604