Ætlar at skipa stjórn saman Kristnu demokratunum

Ætlar at skipa stjórn saman Kristnu demokratunum
Svenski ríkisdagurin fer mikudagin at gera av, um Ulf Kristersson skal verða nýggjur forsætisráðharri
 
12.11.2018 - 11:49

Ulf Kristersson, formaður í Moderata flokkinum í Svøríki, ætlar at skipa eina ein minnilutastjórn við Moderata flokkinum og Kristnu demokratunum.

Tað boðaði Ulf Kristersson frá á tíðindafundi fyrrapartin.

Frammanundan kunngjørdi formaðurin í ríkisdegnum, Andreas Norlén, at hann fer at skjóta upp fyri ríkidegnum, at Ulf Kristersson verður forsætisráðharri.

Atkvøðugreiðsla verður í ríkisdegnum mikudagin.

Ulf Kristersson segði á tíðindafundinum, at hann hevur roynt at fáa allar flokkarnar í borgarligu samgonguni, Alliansuni, sum hon verður nevnd, at skipa samgongu, men tað hevur ikki eydnast.

Kortini ætlar hann at reka tann politikkin, sum teir fýra borgarligu flokkarnir høvdu síni valskrá á ríkisdagsvalinum 9. september.

Vónar samstarv

Hann segði, at hóast Miðflokkurin og Liberali flokkurin ikki vilja vera við í stjórnini, so vónar hann, at hesir báðir flokkarnir kunnu samstarva við stjórnina.

Tekur ríkisdagurin ikki undir við at velja Ulf Kristersson til forsætisráðharra, er spurningurin, hvat næsta stig so verður.

Mest sannlíkt er, at formaðurin í ríkisdegnum fer undir eitt nýtt formansumfar, har hann letur floksformonnunum upp í hendur at royna at skipa stjórn.

Síðani valið hevur verið sera trupult at skipa stjórn í Svøríki, serliga tí hvørgin vongurin í svenskum politikki vil samstarva við Svøríkisdemokratarnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533