Landsstýrið leitar eftir hølum á Tinganesi

Landsstýrið leitar eftir hølum á Tinganesi
Alt landsstýrið skal vera á Tinganesi. Fiskimálaráðið flytur skjótt
Sethúsini í Tingnesi hevur áður hýst aðalráðum, seinast Vinnumálaráðnum.
 
15.11.2018 - 08:03

Landsstýrið leitar eftir húsum á Tinganesi til aðalráðini.

Men Fiskimálaráðið flytur um ársskiftið í Sethúsini á Tinganesi.

Húsini eru liðug, og Fiskimálaráðið kundi flutt hagar í dag.

Men av tí, at tey hava sera nógv at gera í Fiskimálaráðnum beint nú, hava løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum avtalað at útseta flytingina til árskiftið.

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur spurt løgmann, hvussu liður við umbyggingini á Tinganesi, og um ætlanin er at hava øll aðalráðini á Tinganesi ella á Tinganesleiðini. 

Trý aðalráð eftir

Tá Fiskimálaráðið er flutt, eru trý aðalráð eftir, sum ikki eru á Tinganesleiðini. 

Løgmansskrivstovan hevur fingið ein arkitekt at gera skitsutekningar um, hvussu nakrir bygningar á Tinganesleiðini kunnu verða brúktir til hesi trý stjórnarráðini, um teir gerast tøkir. 

Aðalráðini eru Mentamálaráðið, Almannamálaráðið og Heilsu- og Innlendismálaráðið.

Evensens pakkhús er millum fremstu raðfestingar í heildarætlanini fyri Tinganes.

Uppskot er um at innrætta Evensens pakkhús til móttøkur, samráðingarhøli, verkætlanararbeiði og fyrilestrasal hjá allari landsfyrisitingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360