Stórt rennitiltak í Havn

16.11.2018 - 18:52
Lívsstílur
Stórt rennitiltak í Havn
Um 300 fólk væntast at luttaka
Eyðun Jacobsen, formaður fyri Hvirluna, í ferð við at bera fløskur við kærkomnum drekkivatni til mongu rennararnar, sum fara at luttaka í stóra rennitiltakinum
Mynd: Leivur Thomsen  

Í morgin, leygardag, skipar felagið Hvirlan fyri renning upp við Kerjar í Havn. Renningin byrjar við Berg Hestar, sum er við ríðibreytina. Eyðun Jacobsen, formaður fyri Hvirluna, sigur, at hetta er eitt tiltak fyri øll, familjur so væl sum seriøsar rennarar. 3 rutur eru - 1,5 km, 5,5 km og 10,5 km, og man velur sjálvur, hvuissu langt man vil renna. Eyðun undirstrikar, at dentur verður lagdur á hugna, og Hvirlan borðreiðir sostatt við bollum og heitum kakao. Tey, sum hava keypt atgongumerki til rennitiltakið, eru við í lutakastinum um ymsar vinningar. Man kann melda seg til á fif.fo ella við at møta upp við Berg Hestar leygardagin kl. 12

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444