Landsrætturin skal viðgera skúlabarnakoyring

Landsrætturin skal viðgera skúlabarnakoyring
Dómur í sakarmáli millum Sandoyar skúlasamband og Strandsfaraskip landsins skotin inn fyri Landsrættin
Meginskúlin í Sandoynni.
 
20.11.2018 - 12:36

Sandoyar skúlasamband hevur kært dómin í Føroyarætti um at skula gjalda Strandferðsluni meira enn eina millión krónur fyri at hava sagt sáttmálan um skúlakoyring upp í ótíð.

Strandferðslan hevði stevnt og fekk fult viðhald.

Sandoyar skúlasamband er dømt at gjalda Strandfaraskipum meira enn eina millión, umframt meirvirðisgjald og rentu frá juni 2016.

Sandoyar skúlasamband skal eisini rinda Strandfaraskipum landsins góðar 114.000 kr. í sakarkostnaði.

Skúlasambandið segði upp

Orsøkin til sakarmálið er, at Skúlasambandið segði sáttmálan um skúlabarnakoyring í Sandoynni upp í ótið, tí, sum Skúlasambandið heldur uppá, Strandfaraskip hildu ikki sáttmálan.

Strandfaraskip landsins stevndu eftir gjaldi fyri fimm mánaðir í skúlaárinum 2014/2015 og fyri skúlaárini 2015/2016 og 2016/2017.

Og Føroyar rættur gav Strandfaraskip landsins.

Men nú er tann dómurin skotin inn fyri Landsrættin. 
  

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572