Sam ikki klárur fyrr enn í morgin ári

Sam ikki klárur fyrr enn í morgin ári
Jósup og Ternan sigla framvegis millum Klaksvík og Syðradal
Sam er ikki liðugur enn. Hann er so gamal, at eykalutir mugu gerast serliga til hansara.
 
26.11.2018 - 08:14

Sam, sum skuldi byrja siglingina aftur leygarmorgunin, er ikki klárur enn. 

Men tað verður hann, um alt gongst sum ætlað, í morgin ári, siga Strandfaraskip landsins.

Tað dregur út at umvæla Sam.

Ætlanin var, at hann skuldi fara aftur í sigling 16.november.

Men av tí at eykalutirnir, sum skulu brúkast, mugu serframleiðast, er Sam ikki liðugur enn.

Jósup siglir millum Klaksvík og Kalsoynna, til Sam verður tøkur aftur.

Ternan ger farmatúrar í Kalsoynna í dag.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541