Koyrikortið kann missa gildið uttanlands

Koyrikortið kann missa gildið uttanlands
Heldur føroyska koyrikortið ikki útlendskar reglur, kann tað heldur ikki brúkast uttanlands
Landið krevur, at Akstovan hevur vinning. Nú verður mælt til at strika avlopskravið.
 
29.11.2018 - 10:36


Føroyska koyrikortið er komið í vanda, hevur Fíggjarnevndin fingið at vita frá landsstýrismanninum í samferðslumálum, Heðini Mortensen.

Hann mælir til at strika avlopskravið hjá Akstovuni, sum sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 er 568.000 kr.

Fíggjarnevndin hevur fingið at vita, at Akstovan hevur í fleiri ár arbeitt við at gera nýtt koyrikort, sum lýkur galdandi altjóða trygdarkrøv til koyrikort.

Hesi krøv eru ásett í ES reglugerð. 

Verða hesi krøv ikki fylgd, kann føroyska koyrikortið ikki varðveita sítt gildi til altjóða nýtslu.

Men pengar hava ikki verið til hetta arbeiðið síðani 2016, tá Fíggjarmálaráðið hækkaði avlopskravið til Akstovuna.

Mælt verður tí til at strika avlopskravið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532