Magnus Carlsen heimsmeistari enn eina ferð

Magnus Carlsen heimsmeistari enn eina ferð
Magnus Carlsen gjørdi bart í HM-umdystinum í talvi móti amerikanska avbjóðaranum Fabiano Caruana í London í gjár
Heimsmeistari enn eina ferð
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
29.11.2018 - 11:21

Norski heimsmeistarin tók øll á bóli og vann fyrstu trý kviktalvini í umdystinum. Sostatt hevði 28 ára gamli Magnus Carlsen endurvunnið heimsmeistaraheitið. Fýra kviktalv vórðu ásett í HM-umdystinum umframt fimm snartalv, um eingin avgerð fall í kviktalvsdystinum. 

Sjálvur HM-finaludysturin endaði javnur 6-6 eftir tólv remis í eitt koyr. Tað er eindømi í nakrari HM-finalu í talvi. Tí kom tað heldur enn ikki óvart á, at Magnus Carlsen vann umdystin so spælandi í gjár.

Fyri triðju ferð
Hann gjørdist fyrstu ferð heimsmeistari 22 ára gamal í 2013. Hann var tá yngsti heimsmeistarin í talvi nakrantíð. Hetta er triðja ferðin, at hann endurvinnur HM-heitið.

Magnus Carlsen er einasti norðurlendingur, sum hevur verið heimsmeistari í talvi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473