Skattaprosentið á Tvøroyri lækkar

Skattaprosentið á Tvøroyri lækkar
Mánakvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð fíggjarætlanina fyri 2019. 
 
05.12.2018 - 09:11

Í gjárkvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð fíggjarætlanina fyri 2019. Tað hevur millum annað við sær, at skattaprosentið á Tvøroyri lækkar við einum prosentstigi næsta ár - úr 21,9 niður í 20,9 prosent. Barnafrádrátturin verður óbroyttur, 7000 krónur fyri hvørt barnið.

Samlaðu inntøkurnar hjá kommununi eru 76,7 milliónir krónur, tá er afturberingin til eldraøkið íroknað.

Sambært fíggjarætlanini kostar tað 69,5 milliónir krónur at reka Tvøroyrar Kommunu næsta ár.

Tvøroyrar Býráð er samt um at lækka skattin niður í 20,9 prosent næsta ár, og semja er eisini um barnafrádráttin og rakstrarútreiðslurnar. 

Men býráðið er tó ikki samt um íløgurnar. 

Borgarstjórin og hini í minnilutanum mæla til at gera íløgur fyri 26,6 milliónir krónur næsta ár, men tað uppskotið fall.

Meirilutin í Tvøroyrar Býráð mælir til at gera íløgur fyri 31,4 milliónir krónur næsta ár, og tað uppskotið varð samtykt á býráðsfundinum í gjárkvøldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025