Andstøðan vil ikki hava ein almennan stovn afturat

Andstøðan vil ikki hava ein almennan stovn afturat
Fyri at spara pengar, eigur Tónleikaútflutningsstovan ikki at verða sjálvstøðugur stovnur, men verða løgd undir annan stovn
Uppskot er um at seta á stovn eina tónleikaútflutningsstovu.
 
13.12.2018 - 12:45

Fyri at spara pengar, eigur Tónleikaútflutningsstovan ikki at verða sjálvstøðugur stovnur, men verða løgd undir annan stovn.

Tá slepst undan stýrinum og umsíting.

Tað heldur ein minniluti í Vinnunnevndini, Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen og Bjørn Kalsø, sum vil samtykkja uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at stovna Tónleikaútflutningsstovu, við teirri broyting, at stovan verður partur av øðrum stovni og stýrið hjá stovuni verður strikað í uppskotinum.

Minnilutin heldur, at tað ikki er fíggjarliga skilagott at stovnseta fleiri nýggjar almennar stovnar. 

Ein annar minniluti í Vinnuunevndini, Bjørt Samuelsen, Bjarni Hammer og Ingolf S. Olsen, hevur eisini eitt broytinaruppskot. 

Minnilutin vil hava fólk í tónleikavinnuni við í stýrið fyri Tónleikaútflutningsstovuna, sum skal hava fýra fólk í stýrinum, so vinnan hevur tveir og ikki ein lim í stýrinum

Jógvan Skorheim sigur, at hann tekur støðu í tingsalinum, tá onnur viðgerð verður.

Uppskotið kom í tingið 28.september og Vinnunevndin hevur viðgjørt tað á átta fundum.

    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846