Skal kanna egið gegni fyrst

Skal kanna egið gegni fyrst
Heilsu- og Innlendismálaráðið noyðist fyrst at taka støðu til sítt egna gegni í málinum um borgarstjóran á Tvøroyri
Býráðið á Tvøroyri hevur ikki enn kunnað tikið tikið nýggja støðu um borgarstjóran.
 
13.12.2018 - 12:53

Heilsu- og Innlendismálaráðið noyðist fyrst at taka støðu til sítt egna gegni í málinum um borgarstjóran á Tvøroyri, áðrenn løgmaður kann lata onkrum øðrum aðalráði málið at avgreiða.

Kristin Michelsen sigur, at Heilsu- og innlendismálaráðið er ógegnigt at viðgera málið, hvørt hann skal seta á skrá í Tvøroyrar býráð um Kristin Michelsebn bæði kann røkja borgasrjórasessin og tingmannsessin.

Meirilutin í Tvøroyrar býráði kærdi til Kommunala eftirlitið, tí meirlutin fær ikki málið á skrá fyri býráðsfund, at býráðið viðger spurningin um lutin hjá borgarstjóranum, sum eisini er løgtingsmaður.

Meirilutin vil, at Kristin Michelsen velur annað starvið.

Málið ikki komið á skrá enn

Kommunala eftirlitið hevur biðið Kristin Michelsen seta málið á skrá, men tað er ikki komið har enn.

Kristin Michelsen sigur, at Heilsu- og Innlendismálaráðið er ógegnigt.

Hann vísir í tí sambandi á niðurstøðu hjá Eyðbjørn Larsen, advokati, sum sigur, at longu í august fjør segði Heilsu- og Innlendismálaráðið, at meirlutin á býráðum á Tvøroyri kann sýta borgarstjóranum at røkja bæði borgarstjórasessin og tingsessin, hóast sama býráð fyrr sama árið samtykti at loyva honum at røkja báðar sessirnar. 

Tí setir advokaturin spurnartekin við gegnið hjá ráðnum nú at viðgera sama mál.

Løgmaður ikki kærumyndugleiki

Løgmansskrivstovan hevur viðgjørt spurningin og sigur, at er niðurstøðan hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum, at tað er ógegnigt, má løgmaður taka støðu til, hvat stjórnarráð so skal fyrisita málið. 

Men er niðurstøðan tann, at ógegni ikki er, fer løgmaður bara inn í málið, um so er at niðurstøðan er so burturvið, at eitt eftirlitsmál skal byrjast móti landsstýriskvinnuni.

Løgmaður er ikki vanligur almennur kærumyndugleiki fyri avgerðum, sum stjórnarráðini taka, sigur Sjúrður Rasmussen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni.

Nú verður so bíðið eftir avgerð um gegnið í Heilsu- og Innlendismálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938