Fimm mánaðar treytaðan dóm fyri at buka eksdamuna

Fimm mánaðar treytaðan dóm fyri at buka eksdamuna
Ein 46 ára gamal maður var í dag dømdur treytaða fongsulsrevsing fyri at hava framt harðskap móti fyrrverandi unnustu síni.
 
17.12.2018 - 15:38

Ein 46 ára gamal maður er dømdur fimm mánaðir treytaða fongsulsrevsing fyri at hava framt harðskap móti fyrrverandi unnustu síni. Tað skrivar in.fo.

Maðurin var ákærdur fyri at hava sligið hana fleiri ferðir og fyri at hava hildið henni aftur ólógliga. 

Dómarin segði, at hon hevði tikið frágreiðingina hjá unnustuni til eftirtektar, og eisini viðmerkingarnar frá læknunum á skaðastovuni. 

Gentan greiddi frá, hvussu hann í fleiri tímar hevði harðligur móti sær. Tey høvdu skeldast seinastu tíðina og hon hevði gjørt tað liðugt, men hann vildi tosa meiri um tað. Tá hann so varnaðist eitt samskifti á telefon hennara millum seg og ein annan mann, bleiv hann frá sær sjálvum, skrivar in.fo.

Seinna ákæran snúði seg um neyðtøkuroynd. Her metti dómarin ikki, at ákæruvaldið hevði prógvað, at hann hevði ætlanir at neyðtaka kvinnuna. Tí bleiv hann ikki dømdur fyri tað. Hann varð kortini dømdur fyri blúnisbrot og fyri at hava roynt at hava aðra kynsliga samveru enn samlegu við kvinnuna. 

46 ára gamli maðurin skal gera 100 tímar samfelagstænastu, umframt at hann ikki skal fremja líknandi lógarbrot næsta árið. Somuleiðis skal hann rinda kvinnuni 16.000 krónur í endurgjaldi, skrivar in.fo.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162