Løgtingið gevur SEV heimild til grønan avsláttur

Løgtingið gevur SEV heimild til grønan avsláttur
Samstundis, sum elprísurin hækkar á nýggjárinum, fær SEV heimild at selja streym bíligari til tey, sum hava hitapumpu ella elbil
SEV hevur loksins fingið lógarheimild at differentiera elprísirnar, soleiðis at tey við hitapumpum og elbilum kunnu keypa streym bíligari
 
18.12.2018 - 07:54

Løgtingið hevur nú givið SEV heimild at selja streymin bíligari til tey, sum hava hitapumpu ella elbil. 19 tinglimir atkvøddu fyri og 14 ímóti, tá lógaruppskotið um differentieraðar elprísir var til 3.viðgerð í gjár.

Lógarbroytingin gevur SEV heimild at selja streym til hitapumpur og elbilar 40 oyru bíligari enn annars galdandi prísur. Harumframt kemur meirvirðisgjaldið, og fyri brúkaran kann avslátturin tí gerast upp til 50 oyru fyri kilowatt tíman.

Í lógaruppskotinum verður nevnt sum dømi, at brúkar hitapumpan hjá einum húski 8000 kilowatt-tímar um árið, so kann húskið spara 4000 krónur um árið.

El-prísurin annars dýrkar

Brúkar el-bilurin hjá húskinum til dømis 4.000 kilowatt-tímar um árið, so kann húskið nú spara 2.000 krónur har. Meðan SEV nú hevur fingið lógarheimild at selja streym bíligari til tey, sum hava hitapumpu ella elbil, so er greitt, at el-prísurin annars dýrkar.

Herfyri boðaði SEV frá, at 1. januar hækkar prísurin 10 oyru fyri kilowatt-tíman, umframt mvg, tað vil siga 12,5 oyru/kWh.

Fyri eitt vanligt húsarhald, sum brúkar 6.000 kilowatt-tímar um árið, merkir príshækkingin 750 krónur í eykarokning um árið, sambært SEV. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391