Sonja finst at handfaringini hjá Mentamálaráðnum

Sonja finst at handfaringini hjá Mentamálaráðnum
Parlamentariska lívlinjan hjá samgonguni, Sonja Jógvansdóttir, finst at Mentamálaráðnum fyri handfaringina av byggimálinum Glasir
 
20.12.2018 - 01:14

Sonja Jógvandóttir fanst ikki nevnivert at óheimilaðu meirnýtsluni í ár, men fanst hinvegin at Rigmor Dam og Mentamálaráðnum fyri ikki at hava heitt á eksterna ráðgevar um at kanna byggingina í 2016, tá tað kom undan kavi, at stórar ósemjur vóru millum Landsverk og TG-Verk. 

Sonja fór so mikið langt, at hon helt ikki at Rigmor Dam hevði verið sína ábyrgd vaksna á heysti 2016, tá ein áheitan frá Sonju Jógvandóttir um at taka eitt "Time-Out" og heita á óheftar serfrøðingar um at kanna, hvat vendi upp og niður. 

Fyri ella ímóti?

Sonja gav tó ikki til kennar, um hon fór at atkvøða fyri ella ímóti misálitisuppskotinum, og løgið nokk, so var hon heldur ikki spurd av øðrum tingfólkum. Hóast fleiri ókendir variablar enn eru í løgtinginum, so er Sonja Jógvandóttir 17 atkvøðan og harvið parlamentariska lívlinjan hjá Rigmor Dam í kvøld. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439