Handverkarar og kommunur samd um tvey ára sáttmála

Handverkarar og kommunur samd um tvey ára sáttmála
Landsfelag handverkaranna, Føroya handverkarafelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið gjørt tvey ára sáttmála, sum er galdandi til 1.oktober 2019
Umboð fyri handverkarar og forkvinnan í Kommunala arbeiðsgevarafelag skrivaðu undir nýggjan sáttmála í gjár.
Mynd: Kommunala arbeiðsgevarafelagið.  
 
20.12.2018 - 09:07

Landsfelag handverkaranna, Føroya handverkarafelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála, sum er galdandi til 1.oktober næsta ár.

Sáttmálin varð undirskrivaður seinnapartin í gjár.

Fyrra árið, frá 1.oktober í fjør til 1.oktober í ár, er lønarhækkingin 2,3 prosent.

Fyri seinna árið, sum byrjaði 1.oktober í ár. er nýggj lønartalva gjørd.

Nýggja lønartalvan er stytt soleiðis, at tvey tey fyrstu lønarstigini fella burtur, og stigini annars verða lagað til nýggju lønartalvuna.

Umframt lønarhækking, fáa handverkarar eftirløn av persónligum ískoytum, og dagføringar, og batar eru gjørdir í ásetingum um millum annað vaktarskyldu og barnsferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129