Fyrrverandi starvsfólk í Danske Bank handtikin

Fyrrverandi starvsfólk í Danske Bank handtikin
10 fólk eru handtikin av estisku løgregluni í samband við málið um hvítvasking í Danske Bank.
 
20.12.2018 - 09:30

Estiska løgreglan hevur handtikið 10 fólk í málinum um hvítvasking í Danske Bank. Tað váttar ákæruvaldið fyri Bloomberg News.

- Vit hava orsøk at halda, at tey handtiknu hava skipað fyri, at viðskiftafólk í bankanum kunnu flyta pening, sum møguliga er hvítvaskaður, sigur tíðindastovan, sambært telduposti frá ríkisákæranum.

Sambært løgregluni eru tey handtiknu estar og fyrrverandi starvsfólk í Danske Bank.

Danske Bank hevur onga viðmerking til handtøkurnar, men sigur við Danmarks Radio, at tað er løgreglan, sum kannar málið.

Bankin hevur bara eittans áhugamál, og tað er fáa málið kannað til fulnar. Bankin vil samstarva við allar viðkomandi myndugleikar, sigur fjølmiðlastjórin hjá bankanum, Kenni Leth.

Bankin vísir eisini til innanhýsis advokat-kanningina, sum varð almannakunngjørd í september.

Har varð upplýst, at bankin sjálvur meldaði átta fyrrverandi starvsfólk í estisku bankadeildini til løgregluna.

Niðurstøðan í frágreiðingini hjá advokatfelagnum er, at í minsta lagi 1.500 milliardir krónur frá útlendskum viðskiftafólkum eru farnar gjøgnum bankadeildina millum 2007 og 2015.

Hetta tíðarskeiðið hevur bankin ikki lurta eftir fleiri ávaringum um hvítvasking.

Umframt at starvsfólkini kunnu verða dømd, kann Danske Bank eisini verða revsaður sum juridiskur persónur í Danmark.

Bankin kann fáa milliard-stóra bót - ikki bara í Danmark, men eisini í USA, har stórur partur av hvítvaskingini, skal hava gingið fyri seg í amerikonskum dollarum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129