Ruðuleiki í Gatwick-flogvøllinum í London

Ruðuleiki í Gatwick-flogvøllinum í London
Men nú skriva fjølmiðlar, at flogvøllurin so smátt fer at lata uppaftur
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
21.12.2018 - 08:07

Síðani mikudagin eru dronur fleiri ferðir sæddar uppi yvir stóra flogvøllinum.

Allar fráferðir og komur á flogvøllinum hava verið avlýstar av trygdarorsøkum, meðan málið varð kannað. 

Men í morgun skrivar British Airways á Twitter, at flogvøllurin helst fer at lata uppaftur nú, og sambært The Guardian lendi eitt flogfar í Gatwick tíðliga í morgun, - tað fyrsta.

British Airways skrivar, at flogbreytin nú er opin, men talið av fráferðum og komum verður í fyrstu atløgu avmarkað.

Meira enn 120-túsund ferðafólk eru ikki sloppin avstað, og fleiri hundrað flogfør eru rakt av avlýsingunum. 

Tvær dronur vórðu sæddar mikudagin yvir økinum og fleiri eru sæddar síðani, - í minsta lagi ein drona er sædd 122 metrar uppi yvir økinum. Og so seint sum í gjárkvøldið sást ein drona sædd yvir økinum.

Løgreglan sigur, at her er talan um tilætlaðar handlingar, sum hava eittans endamál, - at skapa ruðuleika, skrivar BBC.

- Ástøði hjá okkum er, at onkur roynur at órógva flogvøllin. Einki bendir á, at hetta hevur samband við yvirgang, sigur Justin Burtenshaw, offiserur, við The Telegraph.

Løgreglan roynir at finna dronuføraran, og sambært AP-tíðindastovuni flýgur ein løgreglutyrla runt í økinum við flogvøllin. 

Møguliga verður roynt at skjóta niður dronuna, segði talsmaður fyri løgregluna við BBC í gjárkvøldið.

Tað er ólógligt at flúgva við dronu í 1 kilometur radius frá einum flogvølli og omanfyri 120 metrar hædd, tí tá er vandi fyri samastoyti við flogfør. 

Revsingin fyri at bróta hesar reglur er upp í 5 ára fongsul, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815