Mattis leggur frá sær

Mattis leggur frá sær
Donald Trump, forseti, skrivar á Twitter, at James Mattis leggur frá sær síðst í februar, eftir at hava verið verjumálaráðharri í tvey ár
 
21.12.2018 - 09:11

Amerikanski verjumálaráðharrin, James Mattis, leggur frá sær. Tað skrivar BBC.

Donald Trump, forseti, skrivar á Twitter, at James Mattis leggur frá sær síðst í februar, eftir at hava verið verjumálaráðharri í tvey ár. 

- Hesi árini hava vit gjørt stór framstig, serliga tá tað snýr seg um at keypa nýggja hernaðarútgerð, skrivar forsetin á Twitter.

Víðari skrivar Trump: Mattis hevur verið mær stór hjálp. Nýggjur verjumálaráðharri verður tilnevndur sum skjótast, og eg takki James fyri tænastu hansara, skrivar Trump.

Mattis og Trump ósamdir

Í uppsagnarbrævinum skrivar James Mattis, at hann leggur frá sær, so at Trump kann fáa ein verjumálaráðharra, sum hevur sjónarmið, sum eru nærri sínum egnu. 

Mattis sigur í grundgevingini, at styrkin hjá USA er bundin av, hvussu sterkar samgongurnar hjá landinum eru.

- Hóast USA støðugt verður tann ómissiligi staturin í frælsa heiminum, kunnu vit ikki verja okkara áhugamál ella hava henda leiklut til fulnar uttan at røkja sterku alliancurnar og vísa virðing fyri sameindu okkara, skrivar Mattis.

Mattis er í brævinum ósamdur við fleiri av sjónarmiðunum hjá Trump viðvíkjandi uttanríkispolitikki.

Trump vil hava allar herdeildir heim

Tað var væntandi, at Mattis fór at leggja frá, eftir at Trump mikudagin kunngjørdi sigur í Sýria, og at hann nú fer at taka teir 2.000 amerikonsku hermenninar í krígsherjaða landinum heimaftur. 

Sameind hjá USA og amerikanski herurin hava funnist at avgerðini hjá Trump. Trump hevur eisini, sambært CNN, ætlanir um at taka amerikonsku hermenninar í Afganistan heimaftur um stutta tíð. USA hevur 14.000 hermenn í landinum sum partur av NATO-herdeild.

Trump hevur leingi verið ímóti, at amerikanskar deildir eru í landinum, og tað hevur elvt til samanbrestir millum Trump og Mattis, sum er fyri NATO-samstarvi og at varðveita samgongurnar hjá USA.

Sambært Wall Street Journal, fer Donald Trump eina av næstu vikunum at geva boð um, at helmingurin av amerikonsku hermonnunum í Afganistan skulu koma heima.

Stór útskifting í umsitingini hjá Trump

Stór útskifting hevur verið í umsitingini hjá Trump. Sambært upplýsingum frá tankasmiðjuni, Brookings Institution, er talan um størstu útskifting í umsitingini hesar seinastu fimm umsitingarnar.

Millum annað hava løgmálaráðharrin, fleiri samskiftisstjórar, tveir herleiðslu-stjórar sagt seg úr starvi ella hava fingið sekkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Vikuskiftið 2 mei 2025
191349
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187