Stórur partur av almenna geiranum letur aftur

Stórur partur av almenna geiranum letur aftur
Kongressin í USA er ósamd um fíggjarlógina fyri 2019 - serliga er tað fígging av múrinum til Meksiko, sum semja ikki fæst um
 
22.12.2018 - 12:54

Stórur partur av almenna geiranum í USA letur aftur í dag.

Kongressin er ósamd um fíggjarlógina fyri 2019 - serliga er tað fígging av múrinum til Meksiko, sum semja ikki fæst um. Tey tingaðust allan gjárdagin, men um midnáttarleitið máttu tey ásanna, at tey ikki komu á mál.

Men amerikanski forsetin vil hava ein múr, eitt hegn ella okkurt slag av avbyrging, sum skal skilja markið millum USA og Meksiko.

Avleiðingin av ósemjuni er, at stórur partur av almenna geiranum letur aftur fyri triðju ferð upp á eitt ár. Sambært CNN er tað ikki hent seinastu 40 árini.

Fleiri enn 400.000 fólk mugu heim - onnur 400.000 mugu til arbeiðis, men fáa onga løn næstu tíðina. Hon verður goldin við afturvirkandi kraft.

Sambært amerikanska forsetanum hava Republikanararnir gjørt sítt til at fáa eina semju - hann lastar demokratunum og sigur, at bólturin er hjá teimum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786