FSF fingið sín fyrsta kvinnuliga starvsnevndarlim

22.12.2018 - 17:11
ÍtrótturFótbóltur
FSF fingið sín fyrsta kvinnuliga starvsnevndarlim
Anja Rein er fyrsti kvinnuligi starvsnevndarlimurin í starvsnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Anja Rein. Soleiðis eitur fyrsti kvinnuligi starvsnevndarlimurin í starvsnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Hendinga dømi eru um kvinnur, sum hava verið í starvsnevndini, ið annars næstan bara er mannað við mannfólki. Á aðalfundi í 2017 varð samtykt, at kvinnufótbóltur skal verða betri umboðaður - tí vóru lógirnar broyttar í 2018 ig eitt nú ein kvinnuligur starvsnevndarsessur gjørdur og tað er henda sessin, Anja

Rein fer at røkja frá 1. januar 2019.

Anja Rein er 45 ára gomul, og sum hon segði, so hevur drúgvar royndir sum spælari og venjari. Í meir enn tíggju ár var hon partur av fremsta liðnum hjá B36, og hevur eisini spælt fimm A-landsdystir fyri Føroyar. Harafturat hevur Anja verið venjari hjá fleiri av yngru gentuliðunum hjá B36. Seinastu árini hevur hon verið hjálparvenjari hjá U15-landsliðnum við gentum.

Anja Rein er vald í starvsnevndina hjá FSF í fýra ár.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444