Stórur áhugi at læra til lækna í Føroyum

Stórur áhugi at læra til lækna í Føroyum
Eini 40 fólk fara komandi ár at útbúgva seg í føroyska sjúkrahúsverkinum. Tað er tað mesta nakrantíð.
 
24.12.2018 - 11:16

Fleiri fólk enn nakrantíð útbúgva seg til lækna í Føroyum.

Tað sæst á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum.

Í 2019 verður eitt ávíst tíðarskeið umleið 40 læknar undir útbúgving í føroyska sjúkrahúsverkinum. Hetta er hægri enn nakrantíð áður, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni.

15 av hesum eru læknar undir Klinisk Basisuddannelse, sum er grundútbúgvingin. 

Hetta eru nýútbúnir læknar sum, aftaná at hava lokið sína universitets útbúgving, skulu arbeiða í 1 ár.

Harumframt vera 10 læknar í introduktiónsstarvi í ymiskum sergreinum. Eitt introstarv er eitt starv, har læknin roynir at finna útav hvørja sergrein hann skal velja, tá ið hann skal søkja høvuðsútbúgvingarstarv. Til ber at royna fleiri introstørv.

Áhugin millum føroyskar læknar fyri introstørvum er størri nú enn áður, skrivar Landssjúkrahúsi á heimasíðuni.

Eisini verða 13 læknar í útbúgvingarstarvi innan almen medisin, tað er tað, ið vanliga verður kallað kommunulækni. 

Samanumtikið er áhugin millum læknar at taka ein part av síni víðari útbúgving í Føroyum vaksandi, sigur Landssjúkrahúsið á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Týsdag 16. juni
Morgunlestur týsdagur 16.juni 2026
209562
Mánadag 15. juni
Poppverturin 3
208457
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762