Norðmenn eru fyri fýrverksbanni

Norðmenn eru fyri fýrverksbanni
Meira enn 60 prosent av norðmonnum vilja hava bann sett fyri privatari nýtslu av fýrverki.
 
28.12.2018 - 13:05

Meira enn 60 prosent av norðmonnum vilja hava bann sett fyri privatari nýtslu av fýrverki.

Tað kemur fram í eini spurnarkanning, sum norska verkfrøðinga- og tøknifelagið, NITO hevur fingið gjørt, sambært NRK.

Stóra talið av norðmonnum vil hava bann, um so er, at kommunan stendur fyri at skjóta fýrverk nýggjársaftan.

Kjetil Lein, varaformaður í NITO sigur við NRK, at stór andsøgn er millum strongu krøvini til tey, sum selja fýrverk, og so tey, sum sleppa at skjóta fýrverkið. Mangan meðan tey eru sera drukkin.

- Vit spæla fyrilitaleyst við spreingievni hendan eina dagin. Og nýggjársdag, tá vit síggja eygnaskaðar og álvarsligar persónsskaðar, so semjast vit um, at hetta bara er ov býttisligt, sigur hann við NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290