Hoyvíkssáttmálin: bíðar eftir svari úr Íslandi

Hoyvíkssáttmálin: bíðar eftir svari úr Íslandi
Føroyingar hava skotið upp, at fiskivinnan verður tikin úr sáttmálanum
Við Hoyvíkssáttmálanum í gildi, ber ikki til at koyra íslendskar pengar úr føroyskum fiskiskipum.
 
28.12.2018 - 13:08

Uttanríkismálaráðið bíðar nú eftir svari úr Íslandi um Hoyvíkssáttmálan.

Føroyingar hava skotið upp, at fiskivinnan verður tikin úr sáttmálanum.

Annars siga Føroyar sáttmálan upp á nýggjárinum.

Men íslendska stjórnin krevur, at landsstýrið letur Samherja í Íslandi endurgjald, tí Samherji noyðist úr føroyska fiskiflotanum 1.januar 2025 sambært føroysku fiskivinnunýskipanini.

Men tað ber ikki til, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. 

Endurgjaldskyldan ikki avgjørd

Landsstýrið veit ikki, um tað er endurgjaldsskyldugt yvirhøvur.

Og landsstýrið veit heldur ikki, hvussu stórt eitt møguligt endurgjald er.

Í øllum førum er Hoyvíkssáttmálin ein sáttmáli millum tvey lond, Føroyar og Ísland, ikki millum Føroyar og eitt partafelag í Íslandi, sigur Poul Michelsen.

Fæst ikki ein semja, noyðast Føroyar at siga upp, tí verður Hoyvíkssáttmálin í gildi óbroyttur, ber ikki til at krevja, at íslendingar fara úr føroyska fiskiskipaflotanum.

Tríggir dagar eru eftir til nýggjárs, og sáttmálin er ikki uppsagdur. Biðað verður eftir svari úr Íslandi, um fiskivinnan, bæði á sjógvi og á landi, kann takast úr sáttmálanum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762